Prísyvirlit
Brúdleyp 1 - Frá morgni til midnátt:
Myndir av brúður og brúðgommi ímeðan tey rigga til á morgni, tá fyrireiking til stóra dagin byrjar
Detaljumyndir av brúðarkjólanum, blómum, ringunum og øðrum
Myndir frá vígsluni
Familjumyndir við teimum nærmastu eftir vígsluna
Brúðarmyndir av parinum, har farið verður til 2-3 ymisk støð
Áðrenn borðhaldið byrjar, verða detaljumyndir tiknar av hølinum við borðprýði og uppsetan
Stemningsfullar myndir undir borðhaldinum líka inntil brúðarvalsurin verður dansaður og kakan skorin (á leið midnátt)
Fyri hendan dagin verður prísurin 22.900 kr
Brúdleyp 2 - Frá morgni til kvøld:
Myndir av brúðurini, ímeðan hon ger seg kláran (v/ detalju myndum av kjóla, ringum osfr.)
Myndir frá vígsluni
Familjumyndir eftir vígsluna
Brúðarmyndir av parinum
Kostnaður 19.900 kr
Brúdleyp 3 - Vígslan og brúðarmyndir:
Myndir undir vígsluni
Familjumyndir eftir vígsluna
Brúðarmyndir av parinum
Kostnaður 16.900 kr
Eftir dagin fáa tit 2–3 digitalar myndir innan 24 tímar, so tit longu skjótt kunnu deila eitt lítið brot av tykkara stóra degi við teimum nærmastu.
Síðani, eftir umleið tríggjar vikur, fáa tit allar endaligu, viðgjørdu myndirnar leveraðar í einum vakurt uppsettum online gallaríi. Myndirnar verða leveraðar í hágóðsku og eru klárar at prenta, goyma og hanga upp sum minnir um ein heilt serligan dag.
Set teg í samband
Um tú kanst síggja tykkara dag gjøgnum mína linsu, hevði glett meg at hoyrt frá tær. Deil gjarna nøkur fá orð um brúdleypið, og eg vendi aftur til tín sum skjótast.